Jump to content

Montana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 6. nov 2020 kl. 15:56 av 2003:cf:3f05:e373:8d8d:f9fa:fe7d:e79 (kjak)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Helena
Størsti býur: Billings
Innlimað: 8. november 1889
Guvernørur: Steve Bullock (D)
Vídd: 381,156 km²
Íbúgvar (2011): 989 415
fyri km²: 2.51/km²
Tíðarzona: UTC -7 og -6/
Heimasíða: www.mt.gov

Stakríki Montana (enskt: State of Montana) er fjórðstørsti stakríki í Sambandsríkinum Amerika og hevur umleið 989 túsund íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Helena og størsti býurin er Billings. Í norðri hevur Montana mark við Kanada (landslutir: British Columbia, Alberta og Saskatchewan), í eystri við North Dakota og South Dakota, í suðri við Wyoming og Idaho, og í vestri við Idaho. Í 1889 bleiv Montana stakríki í USA.

Eyknevni er Skattstaturin (enskt: Treasure State).

Indiánarnir

[rætta | rætta wikitekst]
Slagið um Little Bighorn. Sjálvbodnir ríða úr leguni og fara upp í eina fylking ella eitt krígslið hjá siouxkrígsmonnum.

Um miðju 19. øld fóru vápnað niðursetufólk at byggja garðar á grasfløtunum í Montana, herurin í USA veitti teimum stuðul [1]. Tey týndu bisonneytini fyri at rudda lendið. Í 1859 livdu milliónatals bisonneyt á fløtunum í Montana, men í 1889 vóru færri enn túsund eftir. Avleiðingarnar vóru, at indiánarnir høvdu hvørki mat ella bústað.

Teir vóru vorðnir óførir at skjóta av rossabaki eftir tað, at spaniamenn høvdu havt ross og byrsur við sær til USA í 16. øld, og nú í 1866 noyddi siouxhøvdingin Red Cloud amerikonsk herlið burtur av veiðilendinum hjá siouxindiánunum. Við Little Bighorn í Suðurmontana í 1876 drupu siouxkrígsmenn hjá høvdingunum Sitting Bull og Crazy Horse 250 hermenn hjá USA, heryvirmaður teirra var George Armstrong Custer [2]. Men indiánarnir megnaðu ikki at verja seg, og øll mótstøða í Montana varð bard niður.

Mann Gulch eldurin


[rætta | rætta wikitekst]
Mann Gulch.

Tann 5. august 1949 sló toran niður í kluftina Mann Gulch mitt í Helena National Forest. Eldur kom í, og skjótt varð talan um ein veruligan skógareld. Sløkkilið royndu at basa eldinum, men vøksturin var ov turrur, og ov nógvur vindur var í kluftini. Áðrenn langt var umliðið, vóru sløkkiliðsmenninir bert fáar metrar frá logunum, sum tóku seg fram við rúkandi ferð. Sløkkiliðsleiðarin Wagner Dodge gjørdi ein sonevndan rýmingareld - ein lítil eldur, sum skuldi brenna eitt petti av landinum av, so tann stóri eldurin ikki slapp tann vegin - men hinir menninir kendu ikki hendan mátan at halda eldinum burtur, og í staðin tóku teir til rýmingar hvør í sínum lagi. Bara Wagner Dodge og tveir aðrir sluppu livandi frá eldinum. Trettan aðrir doyðu.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Myndin er tikin í Yellowstone. Heimsins fyrsti tjóðargarður varð grundlagdur í Yellowstone í Montana í 1872.

Montana er um somu stødd sum Japan, men hevur umleið 1 mió. íbúgvar. Stóra stakríkið Montana er umgyrt av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Stakríki hevur mark við Kanada, Wyoming, Idaho og Dakota (Suður- og Norður Dakota). Í Montana er fólkatættleikin lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er eisini lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,65 persónar fyri ferkilometurin. Flestu býir eru smáir. Landið goymir ørgrynni av ráevnum, men størsti trupulleikin hinvegin er tað kalda veðurlagið og tey longu strekkini millum býir og bygdarløg. Hetta navnið, montaña, er spanskt og merkir "fjøll". Ein stórur partur av Montana er fjallaland. Fjallaryggurin Rocky Mountains í vestara parti er í støðum hægri enn 3900 m. Hægsti tindurin eitur Granite Peak, 3,904 m. Á markinum ímillum Wyoming og Montana er Granite Peak. Inni í lutstatinum eru tær ómetaliga víðu grasfløturnar, prerian, hundraðtals km. í allar ættir. Í Klettafjøllunum er eisini nógv av rossum; talið av villrossum hevur verið mett til uml. 47,000 djór í USA.[3] Náttúran er fjølbroytt og stórbær, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Ferðafólk koma til Montana at vera í náttúruni, at fiska síl og annað. Náttúran hevur nógv at siga, til dømis veðurlagið. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk. Náttúruni liva tey av og eru sum eitt við hana: allur reiðskapur teirra er sjálvgjørdur, tey fiska m.a. við boga og ørvi, veiða við byrsu, fáa eld við at gníggja trø hvørt móti øðrum, og kenna allan vøkstur og týdning av vøkstrinum. Stórir partar av Montana eru í nálaskógarøkinum. Her er veturin ógvuliga kaldur. Nálatrø trívast í kalt tempraða veðurlagnum. Tey klára seg ígjøgnum kalda veturin, og tá ið tað frysta jørðildið tiðnar um summarið, fáa røturnar føðslu, og trøini vaksa væl.

Størstu býir

[rætta | rætta wikitekst]
Landspartar og býir í Montana

Teir 10 størstu býirnir í Montana eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[4]

  1. Billings - 109 577
  2. Missoula - 75 516
  3. Great Falls - 58 434
  4. Bozeman - 49 831
  5. Butte - 34 207
  6. Helena - 33 124
  7. Kalispell - 24 565
  8. Havre - 9 791
  9. Anaconda - 9 140
  10. Miles City - 8 264

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 47°0′0″N 110°0′0″W / 47.00000°N 110.00000°W / 47.00000; -110.00000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]