Jump to content

Afroamerikanarar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frederick Augustus Washington Bailey (februar 181820. februar 1895), sum av fleiri verður mettur at vera faðir at teirri amerikonsku stjórnarskipanini,[1] var úr Talbot County, Maryland.

Afroamerikanarar eru ættaðir frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til USA frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum. Miðskeiðis í 19. øld veltu suðurríkini 80 % av allari bummull í heiminum. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru trælir úr Afrika, sum hentaðu hana við hond. Bummull er enn týdningarmikil grøði, men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið í USA.

Flestu teirra búgva í Mississippi, Louisiana og Georgia. Umleið ein triðingur (37.1 % í 2008[2]) av fólkinum í Mississippi eru eftirkomarar av svørtum trælum. Næstan allir afroamerikanar eru kristnir (nevniliga 95 %). Meginparturin eru baptistar.[3]

Lesarir av amerikanska blaðnum Essence hava kosið Queen Latifah, Will Smith og Tyler Perry at vera teir afroamerikanarar, sum hava mest ávirkan. Will Smith hevur á listanum heitið sum biografkempa, sum vísir á, at hann hevur havt stóra eydnu við filmum sínum í ár. Hann varð tann fyrsti, sum kundi vísa fram sjey filmar á rað, ið hava givið yvir 100 milliónir dollarar. Frá tónleikarheiminum kárar blaðið hiphopstjørnuna Kanye West, will.i.am og Wyclef Jean. Maðurin á fyrsta plássinum stavar tó hvørki frá film- ella tónleikarheiminum. Hann er nevniliga – og tað er kanska ikki at verða bilsin um – forsetin í USA, Barack Obama.[4]

Jazz-, hip hop-, gospel- (t.d. Negro Spirituals), og bluestónleikur eru sprottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá afroamerikanska fólkinum í USA.[5]

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.newsrescue.com/2010/05/african-american-founding-fathers-suppressed-history-fox-news/
  2. http://www.census.gov/popest/states/asrh/SC-EST2008-04.html
  3. http://abcnews.go.com/sections/us/DailyNews/beliefnet_poll_010718.html
  4. http://www.sodahead.com/united-states/essence-top-25-most-influential-african-americans-do-you-agree/question-210061/
  5. http://www.thefreedictionary.com/African-American+music